Til forsíðuna
Síðuyvirlit
Send teldupost til Skála skúla
  Um barnagarðin
Virksemið
Ársætlan
Søgan
Starvsfólk
 
 
  Kunning  
 
  Stovur  
 
  Námsfrøðiligt virksemi  
 
  Slóðir  
 
 


Innrita
 
 
Leita

Nýt kassan niðanfyri at leita eftir tilfari á síðuni:
 

Ígjøgnum dagin er nógv virksemi í barnagarðinum

Vit lesa søgu, perla, tekna, leggja putlispæl, spæla úti, klippa, byggja lego, lurta eftir fløgu, tekna, ganga túr, syngja, renna, vitja hvønn annan, mála, spæla og mangt mangt annað. 



Vit fara túrar út av húsinum, annaðhvørt øll saman, ella í minni bólkum. 

Ofta verður farið túrar í hagan við Toftavatn, har er tað frítt at spæla. 

Vit vitja eisini spæliplássið við skúlan og bókasavnið, vit eru inni í Bylgjuni ella spæla vit uttanfyri við fótbóltsvøllin, vit vitja Ellisheimið og so ganga vit túrar í Runavík. 


Vit spæla í okkara felagsrúmi, sum vit kalla Stórastova.
 Stórastova hevur nógv ymsik stimbrandi amboð, og ein barnavinarligan køk.
Tað er eisini her, vit samlast, einaferð um vikuna, at syngja saman. 



Vit hava eitt gott spælipláss,
har tað altíð ber til at finna ein góðan krók at spæla í.
Tí kunnu vit spæla úti hvønn dag.

- Og tað gera vit.
 





 
Tiltøk
Vís øll tiltøk
 
   
Mýravegur 20 620 Runavík Tel. +298 44 82 54 barnag.myrunum@runavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula