Til forsíðuna
Síðuyvirlit
Send teldupost til Skála skúla
  Um barnagarðin  
 
  Kunning  
 
  Stovur  
 
  Námsfrøðiligt virksemi
Lógir og reglugerðir
TÍTT
 
 
  Slóðir  
 
 


Innrita
 
 
Leita

Nýt kassan niðanfyri at leita eftir tilfari á síðuni:
 
Menningarætlan

Endamál stovnsins er, við støði í tí einstaka barninum, at geva tí møguleika at mennast persónliga og saman við øðrum. Fyri at røkka málinum er neyðugt við einum tryggum og stimbrandi umhvørvi, við góðum samstarvi millum leiðslu, starvsfólk og foreldur.

Fyri at tryggja okkum, at barn tykkara fær eitt nøktandi námsfrøðiligt tilboð, eru eygleiðingarskemu/skreeningar, og aðrar viðkomandi kanningar, ein partur av okkara arbeiðshátti.

Í samband við kunngerð nr. 32 frá 4 mai 2006 um virksemi o.a. á dagstovnum og dagrøktum verður mælt til, at námsfrøðiligmál verða nádd fyri hvørt barnið. Út frá hesi kunngerð hava vit valt at gera eina menningarætlan, ið skal verða fyri hvørt barnið á stovninum.

Tá barnið er 2 ár, verður ein Beyley motorisk kanning gjørd á staðnum og aftur tá barnið er 4 ár verður ein Movement ABC 2 motorisk kanning gjørd. Kanningin verður gjørd av einum ergoterapeuti ið arbeiðir í Barnagarðinum. Henda kanningin vísir bert hvussu barnið er fyri rørsluliga.

  Menningarætlan (316,6 KB)
  Bayley motorisk kanning (13,5 KB)
  Movement ABC 2 motorisk kanning (13,7 KB)
 
Tiltøk
Vís øll tiltøk
 
   
Mýravegur 30 620 Runavík Tel. +298 44 82 54 barnag.myrunum@runavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula