Til forsíðuna
Síðuyvirlit
Send teldupost til Skála skúla
  Um barnagarðin  
 
  Kunning
Upplatingartíð
Foreldraráð
 
 
  Stovur  
 
  Námsfrøðiligt virksemi  
 
  Slóðir  
 
 


Innrita
 
 
Leita

Nýt kassan niðanfyri at leita eftir tilfari á síðuni:
 

Góðan morgun og farvæl

  • Vit leggja stóran dent á at taka væl ímóti barninum hvønn dag, soleiðis at tit merkja, at tað er í góðum hondum. Tað er av stórum týdningi at foreldur koma inn á stovuna, við barninum, at siga góðan morgun. Tað er somuleiðis sera umráðandi, fyri tryggleikan hjá barninum, at foreldrini siga farvæl við barnið.
  • Umráðandi er at tit siga starvsfólkunum frá, áðrenn tit fara heim við barninum. 
  • Um tað er annar enn foreldur sum koma eftir barninum, sigið okkum so frá. 
                         


Klokkan 9.30

  • Byrja aktivitetirnir á Mýrunum og er tað umráðandi at børnini eru her til ásettu tíð.     Um ikki, ger avtalu við starvsfólkið á stovuni, nær barnið kann koma.

Klæðir                                                                                                                          
  •  Vit eru úti hvønn dag
  • Børnini skulu altíð hava undirbuksir, undirtroyggju, sokkar, buksir og blusu. Best er at hava tvey sett av skiftiklæðum. Hav klæðini í tasku. 
  • Børnini skulu eisini hava hesi yvirklæði við: gummistylvar, skógvar, regnklæðir, húgvu, troyggju, jakka, hosir, vøttir og kavadrakt. 
  • Fyri at kunna halda skil á øllum klæðunum, skal navn ella annað frámerki standa í øllum klæðunum
  • Hyggið sjálvi eftir, um klæði mangla.                 



Matur

  • Børnini kunnu hava morgunmat við. 
  • Tey fáa frukt á morgni til samlingina kl 9.30.
  • Børn, sum eru heilan dag, hava matpakka við. Setið navn á mateskjuna. Vit eta matpakka uml kl. 11-12.00. 
  • Stovurnar hava matdag hvørja/aðru hvørja viku, kunnið tykkum við mannagongdina á stovuni har barnið gongur. 
  • Børnini fáa lættan kost til millummála uml.kl 14.30 – 15.00 .



Leikur                                                                                                                                                   

  • Børnini kunnu fegin hava leikur við á stovnin, men tað er uppá egnu ábyrgd. Um leikur, sum barnið eigur, brotna ella hvørva, hevur stovnurin onga ábyrgd av hesum. Onkrar stovur hava leikudag. Setið navn á leikurnar.





Sjúka                                                                                                                                                      

  • Um barnið er sjúkt ella illa tilpassar, og ikki kann fylgja einum gerandisdegi, kann tað ikki koma á stovnin. Vit taka ikki ímóti børnum sum hava smittandi eygnabruna, barnasár ella lús. Um barnið verður sjúkt, meðan tað er á stovninum, ringja vit til foreldrini. Vit geva ikki heilivág.
  • Boðið frá , tá ið barnið verður heima vegna sjúku ella frídag. 
  • Sóldagar smyrja foreldrini børnini inn við sólkrem, áðrenn børnini koma til okkara, vit smyrja tey aftur seinnapartin.  

  • Vøggustovubørnini brúka eina blæu um dagin frá sær sjálvum, og fáa síðani blæur frá stovninum.  Barnagarðsbørn skulu sjálvi hava blæur við.







 
Tiltøk
Vís øll tiltøk
 
   
Mýravegur 20 620 Runavík Tel. +298 44 82 54 barnag.myrunum@runavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula