Til forsíðuna
Síðuyvirlit
Send teldupost til Skála skúla
  Um barnagarðin  
 
  Kunning  
 
  Stovur  
 
  Námsfrøðiligt virksemi
Lógir og reglugerðir
TÍTT
 
 
  Slóðir  
 
 


Innrita
 
 
Leita

Nýt kassan niðanfyri at leita eftir tilfari á síðuni:
 
TÍTT


Í okkara arbeiðið brúka vit TÍTT (Tiltøk í Tøkum Tíma)

 

Starvsfólkini ganga gjøgnum TÍTT -tilfarið í januar og oktober.

 

Barnaverndarstovan hevur sett eina royndarætlan í verk sum kallast TÍTT. Runavíkar kommuna var ein av trimum kommunum sum er við í hesum.

 

Hendan frágreiðingin um TÍTT er frá Barnaverndarstovuni. Bvs.fo:

Trivnaður hjá børnum er ein felags ábyrgd – og eitt gott barnalív skapa vit í felag. Tað er av alstórum týdningi, at øll, ið starvast við børnum, meta um trivnaðin á einum felags grundarlagi – og taka støðuna upp saman við foreldrunum, tá gerandisdagurin hjá barninum gerst trupul. SSP er tí farið undir eina nýggja trivnaðarfremjandi skipan við heitinum Tiltøk í Tøkum Tíma - stytt TÍTT.

Sum partur av fyribyrgjandi arbeiðinum er Tiltøk í Tøkum Tíma eitt gott amboð hjá fakfólki at varnast tekin um vantandi trivnað. Amboðið er sera einfalt og er við til at síggja barnið, har barnið er. Støðan hjá einstaka barninum verður gjørd upp við trimum litum á einum trivnaðarskjali: Grønum, gulum og reyðum. Tá barnið trívist, er støðan grøn. Eru tað hin vegin viðurskifti, sum undra starvsfólkini, verður guli liturin nýttur, og hava tey orsøk at vera stúrin, kann støðan gerast reyð.

Endamálið við at nýta hesar litir, sum vit kenna so væl frá ferðsluni, er at tryggja, at hond verður tikin um møguligar trupulleikar so tíðliga, sum til ber. Harafturat kunnu hóskandi tiltøk verða sett í verk til tess at tryggja menningina hjá barninum saman við øðrum børnum, eins og saman við vaksnum fólki.

Í arbeiðsháttinum verður dentur lagdur á, at vit síggja styrkir og møguleikar hjá barninum, heldur enn at leita eftir tí, sum vantar. Hetta fyri at tryggja, at møgulig tiltøk serliga taka støði í sterku síðunum hjá barninum, og fyri at taka jaliga partin fram. Samstarv við foreldrini er ein fortreyt fyri at skilja møgulig tekin um, at barnið ikki trívist nóg væl, og tá fyriskipanir skulu setast í verk í mun til trupulleikarnar. Foreldrini eru ómissandi samstarvspartur, bæði tá vit skulu skilja atburðin hjá barninum í samspælinum við familju, á stovni, í skúla ella aðrastaðni, og tá vit skulu finna gongdar leiðir frameftir.

Trivnaðarskjalið, ið nýtt verður sum grundleggjandi amboð, er tí eisini gjørt við tí fyri eyga, at styrkja um førleikarnar hjá starvsfólkum at samstarva og samskifta við foreldrini.

TÍTT er frammanundan kend í Danmark sum TOPI. Í fyrstu syftu fara tær tríggjar kommunurnar, Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og Hvannasunds kommuna, at royna hana í verki.


Meir um TÍTT kann lesat á heimasíðuni hjá Viborg kommune. Viborg.dk skriva TOPI í ”søgeord”

(Einki navn)
 
Tiltøk
Vís øll tiltøk
 
   
Mýravegur 20 620 Runavík Tel. +298 44 82 54 barnag.myrunum@runavik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula